Silicon Valley í Norðurkalifornia er heimsins størsta miðsavning av telduídnaði. Telduídnaður fevnir um ein hóp av ymiskari framleiðslu, ið til samans er ein stór ídnaðargrein í USA. Hartil hoyrir alt frá streymrásum og skríggjum til telduspøl og forrit. Teldutøkni er at kalla allastaðni í samfelagnum, til dømis í bilum, sjónvørpum, sjálvtøkum og fartelefonum. Eins og í nógvari aðrari framleiðslu, so verða einstøku lutirnir til teldur og tað, sum hartil hoyrir, gjørdir í nógvum ymiskum londum kring Ásia. Tað mesta av øllum skríggjum, streymrásum, harðdiskum og øðrum tólbúnaði verður gjørt í m.a. India og Kina. Menningin av telduforritum og teldum fer fyrst og fremst fram í Silicon Valley, har telduídnaðurin er miðsavnaður í ávísum økjum. Mangar fyritøkur hava høvuðsskrivstovu í Silicon Valley, m.a. Apple, eBay, Adobe, Dell, Facebook, Intel, Netflix, Yahoo, Microsoft, YouTube, Twitter og Google. Tesla Motors heldur eisini til í Silicon Valley og hevur høvuðssæti í Palo Alto. Ísrael hevur størstu konsentratiónina av hátøkni-fyritøkum uttanfyri Silicon Valley.
Developed by StudentB